Til forsíðuna
   

Anagramm

Eitt anagramm er eitt ella fleiri nýggj orð, ið eru sett saman av einum upprunaligum orði ella setningi, ella við at verða lisið aftanífrá.

Anagrammið verður mett at vera ein av teimum fýra upprununum til krossorðagátur. Hinir tríggir eru myndagátur (rebussar), gátur og vanin at skipa orð í mynstur. Anagrammið sigst at vera uppfunnið í 4. øld f.Kr., og síðan gingu nógv ár, inntil tann fyrsta krossorðagátan útkom í 1913.

Dømi um anagramm:
HANAGLEIV = EINGLA HAV
ORÐAGÁTA = GORRAÐU TÁ
RANKIR = RIKNAR


Palindrom
Eitt serligt slag av anagrammi eitur palindrom. Tað er, tá eitt orð ella ein setningur stavast frameftir og aftureftir á sama hátt.

Dømi um palindrom:
MUNINUM
RUT FANN INNAR, OTTO RANN INN AFTUR


Pangramm
Onglendingar hava uppfunnið tvey onnur sløg av anagrammum. Tað fyrsta er eitt pangramm, ið er ein setningur gjørdur av øllum bókstavunum í bókstavraðnum.

Dømi um pangramm:
ÁJÚ HEY! Í FANØ BÝ KOM GÓÐVILD PÆTURS


Anugramm
Tað næsta er eitt anugramm. Her skal tað umbýtta orðið merkja tað sama sum upprunaorðið.

Dømi um anugramm:
KYOTO = TOKYO (japanskir høvuðsstaðir)



Barnakrossorð

Veitst tú eitt gott anagramm, ert tú vælkomin at senda tað til bergur.NET
Børkur Hanagleiv
Krossorðagáta
Sudoku
Kakuro
Spøl
Postkort
Anagramm
Kapping
Gestabók
@bergur.net


© 2005 - 2009 Bergur Dalsgaard