Teknirøðin Børkur Hanagleiv kann lesast í barnablaðnum Strok, ið kemur út 9 ferðir um árið.
Teknirøðin sá fyrstu ferð dagsins ljós í 1985, tá hon var útgivin í dagblaðnum 14. September undir heitinum "Sigmar Hanagleiv og aðrir". Í 1986 kom hon í Barnablaðið, har hon helt áfram við onkrum støðgi inntil 1994. Í 2000 fekk Børkur so pláss í Dimmu, har hann kundi lesast hvørja viku fram til 2008. Í 2004 fekk hann eisini eitt comeback í Barnablaðnum, har hann nú er at síggja í litum.

Tú kanst gerast vinur við Børk Hanagleiv á
www.facebook.com