Er hetta tann nýggja dillan eftir Sudoku? Tað kundi verið líkt til, tí í mongum londum hava tey tikið hesa talkrossgátu til sín. Kakuro minnir ikki sørt um Sudoku. Her skalt finna tøl ístaðin fyri bókstavir - og júst sum í Sudoku ganga tølini frá 1-9. Men ikki uttan grund verður Kakuro kallað stóribeiggin hjá Sudoku. Kakuro krevur nakað meira av loysaranum, sum rættiliga skal leggja høvdið í blot.
Kakuro byrjaði sínar dagar undir heitinum "Cross Sums" í amerikonskum krossorðabløðum í 60 árunum. Sum frá leið fingu japanarar eyguni upp fyri hesi talgátu, og í 1986 kom tann fyrsta kakurobókin út. Kakuro er í dag betur umtókt enn Sudoku í Japan .
Bergur.NET er tann fysti føroyski fjølmiðilin, ið kann bjóða tær at loysa eina Kakuro. Royn teg nú, men ansa tær, tí hetta er vanabindandi ítriv...