Sudoku er ikki av japanskum uppruna, hóast tað kundi ljóðað soleiðis. Ein blindur matematikari úr Sveis uppfann byrjanina til Sudoku longu í 18. øld. Í 1970-árunum fann ein amerikanari, ið arbeiddi fyri Dell Puzzle Magazine í New York, upp á sniðið við 9 fýrakantum, sum vit kenna í dag.
Nøkur ár seinni gjørdist spælið sera væl umtókt í Japan og fekk navnið Sudoku, sum merkir tal (su) og einsamalt (doku). Ikki fyrr enn í 2004 kom Sudoku rættiliga til sín rætt í Evropa, tá enska avísin The Times útgav talgátuna. Í dag er hetta heilastimbrandi spæl blivið ein sonn landaplága um okkara leiðir!